Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan um at loyva Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti á tingi

Norðoya Sambandsfelag hevur í dag sent soljóðandi áheitan  til limirnar í Klaksvíkar Býráð:

Áheitan á býráðslimir um at loyva Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti á tingi:

Eftir at Norðlýsið í vikuni avdúkaði, at landsstýrið hevur ætlanir um at Tórshavnar Kommuna skal hava stóran part av tøkugjaldinum sum ætlanin er at vinnan, ið serliga er í Norðurøkinum, skal rinda, hevur nevndin umrøtt støðuna.

At borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu er næstformaður í Javnaðarflokkinum og eisini næstformaður í løgtinginum, sæst beinleiðis aftur í politikkinum hjá samgonguni.

Tí er neyðugt at býráðið loyvir Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti í løgtinginum, soleiðis at sjónarmiðini hjá borgarum í Norðoyggjum verða so væl umboðaði sum gjørligt.

Undir vanligum umstøðum átti hetta ikki at verið neyðugt, men sum støðan er vorðin, er neyðugt at Norðoyggjar hava so sterka umboðan á tingi sum gjørligt.

Norðoya Sambandsfelag

Magnus Arge, formaður