Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At fara, tí mann er noyddur, ella tí mann er spiltur, er hvør sítt

4 - 5 túsund føroyingar vóru noyddur av landinum undan sviki, svindli og fíggjarligari vanstýring eftir húsagangin 6. okt 1992, meðan upp ímóti 25 %  vórðu drivin út í arbeiðsloysi.

 

Hetta var aldarinnar fíggjarligi sorgarleikur, ið mong minnast aftur á við ræðslu, serliga tey, ið vórðu rakt, og tað so beinhart, uttan at tey høvdu kunnað vart seg fyri skrædlinum, sum tey - eins og barnið í vøgguni - vóru fullkomuliga ósek í.

 

Hetta vóru alt annað enn spilt fólk, ið annars vóru von til at liva og livdu eitt vanligt lív við fam., heimi, arbeiði, skúla og frítíðaraktivitetum,  sum annars vóru góð við land og fólk.

 

Tey vóru von við at svara hvørjum sítt, og kundu ikki ímynda sær annað enn at búgva, liva og virka her,  men vórðu nú við eitt stillaði millum  valið at líða hungur og hall í Føroyum,  ella at royna at lívbjarga sær og sínum í øðrum landi, og í tí støðuni var valið onki val, men eitt spark út í annan heim.

 

Annars hava onnur í trongstøðu m.a. vegna vantandi bústaðarmøguleikar ella vantandi stuðul til sjúk og/ella breka børn eisini valt at fari úr Føroyum.

 

Hartil koma lesandi, ið eftir lesnað í útlondinum,  er vorðin verðandi har av ymsum orsøkum, tey hava kanska fingið størv og/ella maka.

 

Minoritetar hava eisini tíðint - vegna intoleransu - valt Føroyar frá og eri farin í annað land, har tey hava funnu sær eitt meira tolerant umhvørvi.

 

Í  nevndu førum - og kanska onkrum øðrum við - er væl skiljandi, at okkara fólk velur Føroyar frá. Í mongum førum er onki reelt val. Har er bara eitt at gera.Men nú kemur tað, sum eg bæði havi undrast og undrist yvir, og tað eru tær hóttanir um at flyta,  sum verða førdar fram móti okkum, ið búgva her og eisini ætla at búgva her, frá teimum, ið forvinna  sera stórar upphæddir, men sum ikki vilja gjalda skatt í Føroyum, men einans  - á jøvnum føti við okkum onnur - vilja hava loyvi til at brúka tað, ið vit við skatti annars gjalda fyri við uml. 50% av okkara inntøkum.

 

 Í meðal sita vit vanligu eftir við uml. kr, 150.000 eftir skatt og við ongum, tá alt er goldið í gjaldast skal, meðan hóttararnir sigast at sita við uml. 500.000 kr.

 

Sagt verður, at teir brúka av peninginum til at keypa fyri í Føroyum, men hvør ger ikki tað?

 

Og so hótta teir við at fara av landinum, um teir skulu gjalda skatt á jøvnum føti við okkum, ið liva, arbeiða, búgva og rinda alla lønina bæði direkta og indirekta í føroyska samfelagnum.

 

Áður  varð føroyingurin -  sum heild - uppaldur til at røkja sínar skyldur, áðrenn hann kravdi sín rætt. Nú sær út til at verða umvent í holuni.

 

Føroyar eru  annars eitt gott land at liva í upp á mangar mátar, og eisini betur enn mong onnur lond á mongum umráðum bæði fyri vaksin, men kanska eina mest fyri børn, so eg vóni at eingin er so spiltur, at hann heldur vil siga landinum farvæl, enn at vera við til at byggja tað upp á eitt støði har fá hava ov nógv, men færri ov lítið og har vit á solidariskum grundarlagi við stoltleika kunnu byggja og útbyggja vælferðarsamfelagið Føroyar.

 

Men velur onkur at fara og fer, men síðani angrar tað, so veit eg, at hann altíð fer at verða ynsktur vælkomin heim aftur. Føroyar hevur brúk fyri okkum øllum.

 

Dagfinnur Danbjørg.