Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broyttar reglur fyri hvat ferðandi kunnu taka við sær tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya

Broytingin merkir, at okkara reglur verða dagførdar við reglurnar hjá grannalondum okkara

Fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt av at broyta kunngerðina um, hvat ferðandi kunnu taka við sær toll- og avgjaldsfrítt.

Fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt av at broyta kunngerðina um, hvat ferðandi kunnu taka við sær toll- og avgjaldsfrítt.

Endamálið við broytingini er at dagføra reglurnar fyri, hvat ferðandi kunnu taka við sær av rúsdrekka og sigarettum við tað, sum ferðandi kunnu taka við sær til grannalond okkara.

Í staðin fyri rúsdrekka kunnu ferðandi nú velja at taka 10 litrar av øli. Talan er um ein møguleika, ið inniheldur eina lægri nøgd av reinum alkoholi, og fara fólk heldur at velja henda møguleika, kann tað eisini koma at stimbra føroyska framleiðslu.

Í grannalondum okkara, Danmark og Íslandi, hevur man gjørt alternativ, sum áseta, at um man ikki tekur rúsdrekka við inn í landið, kann man taka meira av veikaru sløgunum.

Í Danmark kann man í staðin fyri 1 litur av rúsdrekka taka 2 litrar av heitvíni, 4 litrar av borðvíni og 16 litrar av øli.

Í Íslandi hevur man broytt reglurnar soleiðis, at fólk kunnu velja ímillum 5 ymisk alternativ. T.d. kunnu tey velja at taka við sær 12 litrar av øli ístaðin fyri 1 litur av rúsdrekka, 1 litur av víni og 6 litrar av øli.

Ferðavinnufelagið er komið við eini áheitan um at broyta reglurnar aftur soleiðis, at ferðandi kunnu taka 10 pakkar av sigarettum við sær tollfrítt. Ferðavinnufelagið grundgevur soleiðis fyri síni áheitan.

“ Avmarkingin hevur við sær, at ferðaflutningsfeløg mugu lýsa við fleiri tollreglum til ymisku londini. Samstundis kann avmarkingin í fleiri førum verða sera torfør at skilja hjá ferðafólki, og tað kemur meira enn so fyri, at tey villast í reglunum og ólógliga flyta inn sigarettir til landið uttan at geva sær far um tað. Samstundis kemur tað meira enn so fyri, at ferðafólk verða steðgað í tollinum og skulu rinda stóra bót fyri sítt misttak.”

Fíggjarmálaráðharrin hevur tí gjørt av at broyta reglurnar fyri, hvussu nógvar sigarettir ferðandi kunnu taka við sær til tað sama sum hjá grannalondunum, nevniliga 10 pakkar.

Broytingarnar koma í gildi leygardagin 4. juli.