Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagføring afturkalling av kaldroykum vørum frá Sjógæti á Norðskála, umfatar nú eisini frysta kaldroykta vøru

Galdaldi afturkalling hjá virkinum Sjógæti, umfatar nú eisini frystar kaldroyktar vørur pakkaðar í tíðarskeiðinum 05.10.2020 til og við 26.03.21 av tí at Listeria monocytogenes  er ávíst í nøkrum av vørunum.

Hvør er vøran?

Fryst kaldroykt vøra frá Sjógæti

Vøran kann eisini vera seld undir søluheitinum Rinka

Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 05.10.2020 til og við 26.03.2021 

Hvar er vøran seld?

Vøran er seld í føroyskum handlum. Eisini er vøran latin í jólapakkar.

Virkið, ið afturkallar

Sjógæti Sp/f Norðskáli

Orsøk til afturkalling

Sjógæti afturkallar frystar kaldroyktar vørur pakkað í tíðarskeiðnum frá og við  05.10.2020 til og við 26.03.2021. Kanningar hava staðfest at Listeria monosytogenes er ávíst í nøkrum vørum í oktober 2020 og í marts 2021. Vandi er tí fyri at listeria monocytogenes eisini kann vera í aðrari vøru framleidd í hesum tíðarskeiði. 

Vandi

Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum Sí meira um listeria í matvørum her

Ráð til borgaran

Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.