Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hug at gera okkurt gott fyri onnur? So er tað kanska tær, vit leita eftir

Krabbameinsfelagið sóknast eftir ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum fysioterapeutum, ymsastaðni í landinum, at skipa fyri fimleiki fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein.
 
Krabbameinsfelagið hevur í nøkur ár havt vælvirkandi fimleikalið í Tórshavn og Suðuroy. Tilboðið er ókeypis og sera vælumtókt.
 
Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Tilboðið er til øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
 
Krabbamein rakar ikki bara tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann venja saman. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
 
Tann sosiala samveran er av stórum týdningi. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær, og geva orku til at koma at venja, hóast ein fær ella hevur fingið harða krabbameinsviðgerð.
 
Hevur tú hug og áræði at skipa fyri einum slíkum tilboði í tínum nærumhvørvi? Hevur tú hug og orku at hjálpa okkum at hjálpa, so at vit saman kunnu hjálpa enn fleiri, ið hava ella hava havt krabbamein ella eru avvarðandi?
 
Ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo fyri at frætta, hvussu vit í felag kunnu fáa hetta í lag.