28 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina - Størsti áhugi nakrantíð

Mánadagin 3. desember á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019. 

Inn komu fráboðanir um 28 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.