Øll kapping er til fyrimuns fyri kundan og tað er at fegnast um. Vodafone, ið áðrenn var Kall, varð stovnað júst fyri at skapa kapping á teleøkinum, tí trívast vit væl í kapping.
Nýggju prísirnir vísa eisini, at telefoni er í stórum broytingum og flytir seg alsamt meiri frá talu og sms til data. Hettar løgdu vit okkum í geyma, tá ið vit snikkaðu ON kortini til, tí vit vildu veita tænastu til hettar relativa nýggja økið, meðan Føroya Tele lækkar prísin á gomlu økjunum.
Vit endurskoða sjálvandi okkara prísir og koma eisini at tillaga teir ein av komandi døgunum.
Vinarliga
Gudny Langgaard
Vodafone