ABC røkkur nú enn fleiri í Føroyum

Ergoterapeutfelagið
hevur tikið stig til at gerast partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga
heilsu.
 



Samstarvið í verkætlanini ABC fyri
sálarliga heilsu hevur nú verið í gongd í meira enn eitt ár. Áhugin fyri verkætlanini
hevur verið stórur. Fólkaheilsuráðið hevur fingið fyrispurningar frá ymiskum
feløgum og stovnum um at blíva partur av verkætlanini. Ergoterapeutfelagið
hevur tikið endaligt stig til at vera við í verkætlanini, og vil gera sítt til
at gera tað lættari at betra um sálarligu heilsuna í Føroyum og leggja dent á
evnið. Í ABC samstarvinum eru nú 18 stovnar, feløg og kommunur.



 



Samsvarar við
hugsjónina hjá Ergoterapeutfelagnum



Ergoterapeutfelagið sigur soleiðis, um hví
tey ynsktu at verða partur av ABC fyri sálarliga heilsu:



”Ver virkin,
ver saman, ver hugbundin” samsvarar sera væl við hugsjónini hjá
Ergoterapeutfelagnum um týdningin at hava ein virknan gerandisdag alt lívið,
við teimum førleikum og teimum fyritreytum, vit menniskju hava. Vit meta, at
tað er av alstórum týdningi at seta sálarheilsu á dagskránna, so ljós verður
varpað á heilsufremjan og fyribyrgjan. Tí hevur Ergoterapeutfelagið avgjørt at
gerast ein partur av ABC verkætlanini og vit gleða okkum til samstarvið.



 



ABC
samstarvið



Í verkætlanini
er eitt toymi av samskiparum úr 18 ymiskum stovnum, feløgum og kommunum í
Føroyum. Samstarvsfelagarnir møtast fýra ferðir um árið og fáa gjølla kunning,
undirvísing og møguleika fyri at kjakast og hugleiða um átøk, sum kunnu setast
í verk innan økið. Samstarvsfelagarnir eru ein týdningarmikil partur av
verkætlanini, tí samstarvsfelagar kunnu skapa góðar karmar og møguleika fyri at
skapa eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvið og møguleika fyri at gerast
partur av sosialum felagsskapi í Føroyum.



 



ABC fyri
sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman
og ver hugbundin, vil vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu
heilsuna. Fyri meira kunning, trýst 
her.