Aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum

Mikudagin 13. mai var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Havbúnaðarfelagið er vinnugreinafelag fyri feløg, sum virka innan alingina í Føroyum.
 
Til aðalfundin í ár var bæði møguleiki at luttaka á aðalfundinum við at møta í Vinnuhúsinum ella at luttaka talgilt.
 
Fyri vali á aðalfundinum stóð Atli Gregersen, sum varð einmælt afturvaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen.
 
Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum er at finna her.