Aðalstjórastarvið í Heilsumálaráðnum er sett

Løgmaður hevur í dag sett Turid Arge í starv sum aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.


Turid Arge er 48 ára gomul og útbúgvin cand.merc. við sergrein í strategi, organisatión og leiðslu. Harumframt hevur hon eina masterútbúgving í dygd og leiðslu innan almanna- og heilsuøkið. Turid Arge hevur starvast í Almanna- og Heilsumálaráðnum sum deildarstjóri í ellivu ár.


Seinasta hálva annað árið hevur hon starvast sum ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Áður hevur hon starvast í Danmark hjá Børsen og Post Danmark.