Æti á landgrunninum kannað

Í døgunum 26. apríl - 2. mai vórðu kanningar av æti á landgrunninum gjørdar við Magnusi Heinasyni. Kanningarnar vístu, at gróðurin var við at taka seg upp í Vágahavinum. Aðrastaðni var lítið av gróðri. Tað var eisini vestanfyri, har sum mest var av plantuæti, at djóraætið gýtti mest. Sum heild var lítið av smáum djóraæti frá í vár á landgrunninum, so nøringin av djóraæti er helst nýliga byrjað.


Les frágreiðingina her:


http://www.hav.fo/PDF/Turar/2012/FRAG1216.pdf