Ævintýrferðin á G!



Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum, Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam og Per spæla á G! í ár.

Dánjal og Búi hava síðan 2004 útgivið 8 fløgur.

8 fløgur er tað sama sum 53 sangir.

53 sangir er tað sama sum 169 minuttir.

169 minuttir eru tað sama sum 10.140 sekund.

10.140 sekund eru tað sama sum 10.140.000 millisekund.

Av teimum 10.140.000 millisekundunum hava 6580 millisekund verið at hoyrt
nógv í útvarpinum.

Sipað verður til millisekundini Grækaris Grashøvd og Snedigt.

Hesi 6580 millisekundini pluss 31940 millisekund, fara Dánjal og Búi at
framføra á G! í ár.

Aftrat sær á palli hava Kagadingdingkagadingdingkagadum og
Sibbidibbidimdimdubadabadam trummuspælarin Per. (Per er eitt stutt navn)