Aftur skeið í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi

Talan er um skeið í fyrstuhjálp og í nýtslu av hjartastartara. Skeiðið byrjar fríggjadagin 7. oktober kl. 19.00 í hølunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni, Tórshavn.  Skeiðið, sum er upp á 15 tímar, verður hildið vikuskiftið 7., 8. og 9. oktober.


Fríggjakvøld 7. oktober kl. 19-22. Leygardag 8. oktober kl. 09-17. Sunnudag 9. oktober kl. 14-18. Luttøkugjaldið fyri hvønn er 850 kr., íroknað frálærutilfarið. Gjaldast skal til kontu okkara í Eik 9181-4950013, viðmerk “skeið 1. hjálp”. Instruktørur er Steinbjørn V. Olsen.


Tilmelding skal sendast til

 redcross@redcross.fo



í seinasta lagi týsdagin 4. oktober 2011. Skeiðið verður hildið treytað av at nóg nógv tekna seg. Talið á luttakarum er avmarkað.


Á skeiðnum fæst  grundleggjandi frálæra um fyrstuhjálp  - stig fyri stig -  í sambandi við hjartastøðg, størri og smærri ólukkur og sjúkur. Aftrat hesum verður lært at brúka ein hjartastartara.  At duga at veita hjálp við einum hjartastartara kann hava avgerandi týdning fyri, um lív aftur fæst í ein persón, sum hevur fingið hjartastøðg. Tey, sum gjøgnumføra skeiðið við góðum úrsliti, fáa prógv, ið er góðkent  av Dansk Førstehjælpsråd.