Almenn hoyring í mannarættindum

Í februar 2021 skulu Føroyar lata yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna i Føroyum, sokallaða Universal Periodic Review (UPR),  inn á triðja sinni, og í hesum sambandi verður, eins og í 2010 og 2015, skipað fyri almennari hoyring. Endamálið er, at borgarar og áhugabólkar kunnu fáa høvi at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum. Vegna Covid-19 verður hoyringin hesaferð tó skrivlig, t.v.s. at skipað verður ikki fyri almennum orðaskifti sum undanfarnu ferðirnar.

UPR er ein tilgongd, har Mannarættindaráðið hjá Sameindu Tjóðum (ST) eftirmetir mannarættindastøðuna í øllum ST limalondum.  Sum liður í hesi tilgongd skulu øll ST-limalond lata Mannarættindaráðnum frágreiðing. Endamálið er at royna at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki.

Í hesum sambandi skal danska stjórnin saman við Føroya Landsstýri og grønlendska landsstýrinum (Naalakkersuisut) lata inn frágreiðing, ið lýsir mannarættindastøðuna í danska kongsríkinum. Í mun til aðrar frágreiðingar, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálar. Føroyar lótu, saman við Danmark og Grønlandi, sína fyrstu frágreiðing av hesum slag til ST í 2011 og seinnu frágreiðing í 2015.

Dentur verður lagdur á, at frágreiðingin er tilevnað við støði í eini almennari hoyringstilgongd við virknari luttøku frá sivilsamfelagnum, har borgarin fær høvi at koma við egnari meting av, hvussu mannarættindastøðan er í Føroyum, og meta um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Tað, sum verður latið inn undir hoyringini, verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST.

Í hesum sambandi vilja vit fegin eisini eggja áhugabólkum og felagsskapum til at nýta høvið til at varpa ljós á úrvald mannarættindaviðurskifti í Føroyum.

Meir kunnning um Føroyar og mannarættindi fæst heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum við at trýsta her.

Vinarliga sendið hoyringsskrivini til sthoyringar@tinganes.fo 

Freistin at lata hoyringsskrivini inn er mánadagin 7. desembur 2020.