Almennur fundur í bygdahúsinum í Miðvági

Hóskvøldið 22. august skipar Eldramálið fyri almennum fundi í bygdahúsinum í Miðvági. Á skránni verða framløgur og orðaskifti um støðuna í eldrarøktini


Tíðindaskriv


Skrá:


1. Óluva Vilhelmsen, sjúkrarøktarfrøðingur:


Rættindi og minsta krav í sambandi við røkt


2. Starvsfólk í heimarøktini:


Tí flýggja starvsfólk úr heimarøktini


3. Avvarðandi hjá heimarøktsbrúkara:


Um heimarøktin virkaði, so hevði ”Sum longst í egnum heimi” verið veruleiki


4. Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimersfelagnum:


Normeringar í sambandi við demens


5. Rósa Samluelsen, forkvinna í Trivnaðarnevnd løgtingsins:


Kanning gjørd í Vágum ”Ynski hjá eldri í samband við ellisárini”


6. Kjak


7. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tekur saman um.


Orðstýrari á fundinum verður Hans Trygvi Teirin, advokatur.