ALMENNUR RUDDINGARDAGUR Í HAVN Í MORGIN

Stóri ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og allar borgarar í kommununi verður í deiliga veðrinum í morgin.


Tá liðugt er at ruddað, kunnu fólk stilla ruskposarnar fram við vegkantin og ringja á tlf. 254010 (Tórshavn) og 254003 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar.


Ruskposarnar kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, sum er opin frá kl. 10.00 - 17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00 -16.00.


Bingjur standa í Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Hesi, Velbastað, Kirkjubø, Norðradali, Havnardali og á Skálatrøð.