Alt sjálvboðið arbeiði eigur at javnsetast - eisini samkomulív

- Í løtuni verður munur sostatt gjørdur á alment gagnligum virksemi, tí ítrótturin hevur skattligar fyrimunir í mun til líknandi frítíðarfelagsskapir, sum gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði.

- Endamálið við hesum uppskotinum er at ásanna samfelagsliga týdningin av stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum verður gjørt í skótafeløgum, talvfeløgum, bridgefeløgum og dansifeløgum innan føroyskan dans.

Soleiðis orða tveir javnaðarmenn á tingi seg í einum uppskoti, teir hava lagt fyri Løgtingið.

Í fyrstu syftu eri eg so rørandi samdur. Bridge, talv og skótar eru alt ítriv, ið liggja mínum hjarta nær, og føroyskur dansur kann ikki yvirmetast sum ein nationalur dýrgripur, ið vit ikki mugu missa.

Eisini fríviljað samkomuarbeiði hevur týdning
Men har er so øgiliga nógv annað, ið átti at verið við á hasum listanum.

Fríviljað arbeiði er ein grundsúla undir samfelagnum. Vit hava sjónleikarafeløg, bókaringar, kórsang og áhugafeløg fyri søguligar bygningar og skip - bara fyri at nevna ymiskt úr rúgvuni. 

Eisini fevnir fríviljað arbeiði um samkomulív av øllum møguligum slagi. Úti kring landið er samkomulívið ofta berandi fyri frítíðarlívið, tá sæð verður burtur frá ítróttinum. Samkomur hava aktivitetir fyri gomul sum ung, bæði av andaligum og meiri sosialum slagi. Har verður sungið, har verður spælt uppá, har verður lisið, har verður skemtað, har verður syrgt, har verður matgjørt, har verður etið, har verður vaskað upp. Samkomur merkja grundleggjandi, at fólk koma saman til alt millum himmal og jørð - ikki bara tað himmalska.

Frítíð er annað enn ítróttur
Tey flestu av okkum elska ítrótt og nógv íðka eisini onkra ítróttargrein, antin á motiónsstøði ella á kappingarstøði. Men tað eru eisini nógv, ið heldur vilja okkurt annað.

Sum nú er fær ítróttin ein stóran kappingarfyrimun fram um teir aktivitetir, ið fríviljað fólk kring landið annars ynskja at seta í verk.

Nógvir aðrir aktivitetir hava eisini tørv á at samsýna ávísum persónum.

Tí haldi eg, at uppskotið hjá hesum báðum javnaðarmonnum er dekan ov óliðugt og óambitiøst.

Uppskotið ber kanska brá av nøkrum seráhugamálum, teir ynskja at arbeiða fyri.

Men tankin er yvirskipað góður.

Tað krevur bara, at uppskotið eisini verður orðað meiri yvirskipað.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin