Altjóða Down Syndrom dagur 21. mars

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Tað eru 8 ár síðan at dagurin varð hildin fyrstu ferð, og í fjør fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Í ár eru Føroyar eisini komnar við. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum tann dagin fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima.


Føroyski Down Syndrom bólkurin skipar fyri eini fotomyndaframsýning á Fabrikkini hjá Østrøm í Havn. Framsýningin letur upp 21. mars kl. 17 við røðum og tónleiki. Tað verður fiól-leikarin Eyð Patursson, sum eisini hevur Down Syndrom, sum fer at framføra tvey løg saman við musikklærara sínum. Eisini verður okkurt gott til góman. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið tá framsýningin letur upp ella til at leggja leiðina framvið Østrøm, har framsýningin verður at síggja fram til 27. mars.


Fyriskipararnir heita á øll fólk um at hava blátt lakk á neglunum 21. mars fyri at vísa, at tey stuðla degnum. Í hesum sambandinum hava vit eisini latið gjørt eitt picbadge at seta á facebook vangamyndir og fara vit at heita á fólk um eisini at stuðla tann vegin. Soleiðis ber eisini til at stuðla tiltakinum.


Um Down Syndrom


Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur. Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day www.worlddownsyndromeday.org  og á heimasíðuni hjá Javna www.javni.fo, sum er felagið, sum varðar av fólki við Down Syndromi og teirra familjum.


Vegna Down Syndrom bólkin


Fía Petersen, Maria Smith Petersen og Jórunn Dánialsdóttir