Altjóða Lions-forsetin vitjar

Altjóða forsetin í Lions Club, Barry J. Palmer og konan Anne, eru í morgin á vitjan í Føroyum, og er hetta triðju ferð, at Føroyar fáa vitjan av einum altjóða Lions-forseta


Barry J. Palmer er úr New South Wales í Australia og var á sumri í fjør valdur til forseta í Lions Club International á 96. ársfundinum, sum var í Hamburg. Hann hevur verið limur í Lions síðani 1976, og er annars stjóri í einum fastognarfelag. Eisini kona hansara, Anne, hevur í mong ár verið limur í Lions.


Tey bæði koma til Føroya við flogfari í kvøld, men sjálv skráin fyri vitjanina byrjar ikki fyrr enn í morgin, tá hann eitt nú skal vitja Fornminnissavnið, Norðurlandahúsið og Listaskálan, umframt at hitta umboð fyri Lions-klubbarnar í Føroyum.


Eisini støkkur hann inn á gólvið hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, í Tinganesi, har ein biti verður at fáa, og seinnapartin vitjar hann eisini borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen. Um kvøldið verður samkoma, har Barry J. Palmer og konan Anne hitta føroyskar Lions-limir og annars hugna sær.


Vitjanin endar týsdagin, tá Palmer-hjúnini fara av landinum aftur. Áðrenn tað, hitta tey umboð fyri Lions í Vágum og borgarstjórarnar í Vágum, Rósu Samuelsen og Suna Jacobsen, umframt Lions-limir í Vágum.


Hetta er triðju ferð, at ein altjóða Lions-forseti vitjar í Føroyum, tí í 1986 var Joseph L. Wroblewski á vitjan her og í 1993 James T. Coffey. Og hóast vitjanin hesaferð ikki er almenn vitjan, fegnast Lions-klubbarnir í Føroyum um, at Anne og Barry J. Palmer leggja at í Føroyum, nú tey kortini eru ávegis at vitja í Danmark.