Annfinn Brekkstein fingið Kommunuskúlan skeivt í hálsin

 Annfinn Brekkstein, býráðslimur og limur í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan, hevði eina løgna grein á Vágaportalinum í gjár, har hann leggur meirilutan í Tórshavnar býráð undir at hava stongt Tórshavnar kommunuskúla – ja, givið honum mønustingin og við hesum týnt allan miðbýin.


Annfinn Brekkstein kann ikki hava lurtað serliga væl eftir tí, sum eg segði í Degi og Viku týsdagin 13. september, men eg endurtaki fegin boðskapin hjá mær, so eisini Annfinn Brekkstein  skilir hann.


Í samrøðuni undirstrikaði eg fleiri ferðir, at tað var ivasamt, um tað fer at loysa seg at umvæla og umbyggja Tórshavnar kommunuskúla til skúla.


Eg segði, at mín persónliga hugsan er, at tað neyvan loysir seg, men at hetta er ein avgerð, sum býráðið í næstum skal avgera. Tað vil siga, Annfinn Brekkstein, at eingin avgerð er tikin, eingin hevur fingið mønustingin yvirhøvur.


Alt býráðið veit, at tað fer at kosta upp ímóti 100 mió kr. at umvæla og umbyggja Tórshavnar kommunuskúla. Heildarætlanin, sum Annfinn Brekkstein vísir til, og sum tað sambært honum eru mong, ið gleða seg til, fer at kosta munandi meir, tí umframt umvælingarnar og umbyggingina skal eisini byggjast nýtt og stórt í skúlagarðinum.


Her er mín støða, at uttan mun til, hvussu stóra íløgu, vit leggja í Kommunuskúlan, so verður hann framvegis ein skúli, sum ikki lýkur krøvini, vit seta til okkara skúlar í dag, og sum liggur langt frá tí støði, sum okkara nýggju skúlar hava.


Tí fyri 100 ella 130 mió kr – kanska meir – hava vit framvegis ein gamlan skúla við ov smáum flokshølum, ótíðarhóskandi fakhølum, ótíðarhóskandi uttanumøki v.m., og hetta haldi eg persónliga ikki, at vit eiga at bjóða okkara børnum, foreldrum og okkara eldhugaðu lærarum. Hetta verður als einki at gleða seg til.


Kanska tað er valfepurin, sum hevur gjørt, at Annfinn Brekkstein hevur fingið Kommunuskúlan skeivt í hálsin, nú hann skýrir allan miðbýin deyðan fyri skúlaungdóm. Tí hetta er so langt frá veruleikanum sum nakað, tí veruleikin er jú tann, at tað ganga framvegis um 400 næmingar í skúla hvønn dag í miðbýarskúlunum í Kongagøtu og Sankta Frans.


Og eg skal heilsa og siga, at hesir næmingar eru bæði sjónligir og lívligir í miðbýarumhvørvinum.


Góði Annfinn Brekkstein. Eingin avgerð er tikin. Tú fær ríkilig høvi at viðgera framtíðina hjá Kommunuskúlanum, tí sum tú fullvæl veit, so er hetta avgerð, sum vit býráðslimir skulu taka í næstum. Vónandi fer tú at taka lut í viðgerðini við opnum sinni eins og eg.


Heðin Mortensen


borgarstjóri