Anti-Doping Danmark vitjar

Í døgunum 14.-16. februar 2018 fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper Frigast Larsen, Annemarie Haar Kristensen og Thomas Kamm Ringsted.

Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframt strategi í mun til anti-doping eru á breddanum. 

Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing í mun til m.a. altjóða reglur og útbúgvingarverkætlanir. Eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlit uttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum. 

Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku.

Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni, sum er í Havn

Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum.
Magni Mohr, granskari, fer at hugleiða um doping og heilsu. 
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, fer at tosa um ólóglig evnið, sum verða flutt inn í landið. 
Annemarie  Haar Kristensen fyri Antidoping Danmark fer at tosa um doping og ítrótt.
Umboð  úr Tvørmegi fer at kunna um týdningin at hava eitt reint dopingumhvørvi innnan fitnesumhvørvi.
Jarvin Feilberg Hansen frá Antidoping í Føroyum fer at tosa um dopingarbeiði í Føroyum. 

Fríggjadagin verða innanhýsis fundir og fer ferðalagið til Danmarkar aftur fríggjadagin.