Árliga jólasøla á Eysturoyar Røktar – og Ellisheimi

Hóskvøldið 17. nov. 2011 kl. 19.00 er árliga Jólasøla á Røktarheiminum í Runavík.


Alt sum verður selt á jólasøluna er handgjørt, og tað eru búfólkini á heiminum, sum hava gjørt lutirnar.


Á jóla søluni eru bundin pløgg, stoffmáling, málningar, perlubond, træ figurar til urtagarðin, og nógvar ymiskar nissur og einglar.


Jólasølan er í Heimistovu (ergoterapiuni)


Kaffi søla verður í kantinuni.


Vart verður gjørt við, at møguligt ikki er at gjalda við gjaldskortið.


Øll eru hjartaliga vælkomin.