Sáttmáli er nú gjørdur millum Samtakið Spf. DíGJ og og Spf. Byggitænastuna um kampingplássið Yviri við Strond.
Tórshavnar kommuna arbeiðir stútt og støðugt fyri at betra um ferðavinnuna í býnum. Nógvir kampingvognar, bæði úr Føroyum og útlandinum, vitja í høvuðsstaðnum um summarið, og kampingplássið Yviri við Strond verður nú loksins dagført.
Á býráðsfundinum í næstseinasta húskvøld varð einmælt samtykt at játta útivið tríggjar milliónir krónur, sum skulu brúkast til at tíðarhóska økið.
Kommunan hevur fyrr kannað møguleikan at skipa kampingpláss á øðrum staði, men henda íløgan hevði verið so stór, at tað verður ikki farið undir slíka verkætlan fyribils.
Kampingplássið Yviri við Strond hevur nú sløk 33 ár á baki. Hóast ábøtur eru framdar hesi árini, hava umstøðurnar sum heild ikki verið tíðarhóskandi. Umvælingar verða nú framdar, so tænastan til tey vitjandi verður munandi betri.
Á myndini síggjast frá vinstru Bárður Johannesen frá býarskipanardeildini, Jan Joensen frá Byggitænastuni, Djóni í Geil Johansen frá DíGJ, Johnny Kjærbo frá Byggitænastuni, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.