Benny avdúkaði Trygd

Tryggingarfelagið Trygd sendi ein privatdetektiv eftir Benny við Sandá tí felagið hevði illgruna um tryggingarsvik. Tað kom fram í sjónvarpssendingini “Bag Facaden” hjá Danmarks Radio.


Trygd sendi danskan detektiv eftir honum. Benny varð varð handtikin og skuldsettur.


Sambært Poul Erik Nielsen var bilurin hjá Benny við Sandá ongantíð í Keypmannahavn. Hann fór beinleiðis til Turkalands, tá hann var komin í land av Norrønu, segði privatdetektivurin.


Men Benny við Sandá varð kortini ongantíð dømdur. Hann kundi við myndum og einari kvittan prógva, at bilurin var í Keypmannahavn, tá hann annars sambært privatdetektivinum var á veg til Turkaland. Trygd mátti gera semju við Benni við Sandá, og betala honum 300 túsund krónur í endurgjaldi.


Sendingin hjá DR er at síggja og hoyra her:


http://www.dr.dk/nu/player/#/bag-facaden/38591