Betri tænastur, men lækkandi rakstrarútreiðslur

Viðmerkingar til Annfinn Brekkstein, býráðslim.


Í vikuskiftinum ger Annfinn Brekkstein, býráðslimur, viðmerkingar í miðlunum til, at Tórshavnar Kommuna á býráðsfundi hóskvøldið samtykti at taka lán uppá 50 milliónir krónur. Hetta er sambært honum ein ”púra óneyðug avgerð, sum tyngir privatbúskapin hjá einstaka borgaranum.”


Undir viðgerðini av hesum málinum vísti eg á, at Tórshavnar kommuna er í eini góðari støðu, bæði tá tað snýr seg um lántøku og gjaldføri. Støðan hevur verið so mikið góð, at hóast at tað í fíggjarætlanini fyri 2010 varð lagt upp fyri, at vit kundu taka eitt lán uppá 50 miljónir, so hevur higartil ikki verið tørvur á hesi lántøku.


Men okkara fíggjarumsiting hevur mælt til, at kommunan í minsta lagi hevur eitt gjaldføri svarandi til skattainntøkuna fyri ein mánaða, sum er umleið 50 mió. kr., og tí verður mælt til, at kommunan tekur hetta lán.


Sum eg vísti á, so hava vit bíðað sum longst, men nú aðrar stórætlanir eru fyri framman, eitt nú skal Boðanesheimið verða liðugt seinni í ár, vit skulu gera íløgur í brúgv um Sandá, útstykkingar, vinnuøki, havnabygging og íløgur í aðrar skúlar, so er tíðin komin at taka hetta lánið soleiðis, at gjaldførið støðugt er á einum hóskandi støði.


Lækkandi rakstrarútreiðslur


Eg vísti eisini á, at hetta onki broytir uppá avgerð okkara um at leggja loft á lántøkuna, tí hon kemur íroknað tær 50 mió kr. at liggja um 215 miljónir við árslok í ár, sum er tað lániloftið sum býráðið áður hevur samtykt, og tað er eingin trupulleiki er við eini árligari inntøku uppá 656 miljónir. Fíggjarætlaninar 2011 og 2012 javnviga uttan lántøku.


Eg havi áður víst á, at hækkingin í rakstrarútreiðslunum seinastu árini, sum Annfinn Brekkstein vísir á, bara svara til góð 2% yvir fimm ár. Samstundis hækkaði prístalið við 4%, t.v.s. nærum dupult so nógv sum rakstrarútreiðslurnar. Tað merkir, at rakstrarútreiðslurnar lutfalsliga eru minkaðar, hóast nógvu nýggju tænastunar.


Og hóast Annfinn pástendur tað øvugta, so próvfast minka rakstrarútreiðslurnar í 2012 í mun til 2011. Og tá hann sigur, at vit hækka útreiðslurnar til umsitingina, so passar tað heldur ikki, tí eisini tær útreiðslurnar lækka í ár í mun til í fjør.


Skattaprosentið hava vit umrøtt fleiri ferðir. Talan er framhaldandi um eitt lágt meðal skattaprosent. Spurningurin um at lækka tað aftur verður tikin upp, tá Boðanesheimið er goldið. Tað kann so ikki broytast mitt í fíggjarárinum.


Skeiv tøl um íbinding


Viðvíkjandi íbindingargjøldunum, sum eru gjøld fyri at binda í vatn, kloakk og el, so er ikki rætt, sum Annfinn Brekkstein skrivar. Bústaðareindir hava seinastu árini rindað umleið kr. 27.000 fyri eina vanliga stødd á 100-120 m2. Tað gera tey framvegis við nýggja útrokningarháttinum, sum býráðið samtykti í 2008, so har er onki broytt fyri hasa støddina av bústaðum. Men fyri størri byggingar verður ein hækking, tí gjaldið nú fylgir stødd á húsunum heldur enn at vera eitt fast gjald uttan mun til stødd


 Fíggjarnevndin er annars í holt við at endurskoða gjøldini, og tað tykist verða breið undirtøka fyri at fáa gjøldini lækkaði nakað – eisini fyri tey, sum hava goldið sambært nýggja útrokningarháttinum – men tað verður framvegis munur á um tú byggir 100 m2 ella um tú byggir 500 m2.


Tað er tí ikki rætt, at tað við avgerðini um at taka írestandi lánið, sum varð samtykt í 2010, verður dýrari at búgva í Havn. Skattaprosenti verður óbroytt 20,75 %, sum er lágt í mun til meðal í landinum, barnafrádrátturin er millum teir hægstu, og allar ætlaðar íløgur hjá kommununi verða fíggjaðar uttan lántøku.


Heðin Mortensen


Borgarstjóri


----


Nú riggar at keypa Oyggjatíðindi á netinum


Har eru tær spennandi greinarnar, sum ikki verða lagdar út á heimasíðuna.


Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html