Biskupur við nýggjari bók

- Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og skapa tær stóru løturnar í lívinum, sigur biskupur millum annað í formælinum


Um mánaðarskiftið november / desember gevur VP.fo út næstu bókina eftir Jógvan Fríðriksson, biskup.


Í formælinum til bókina, greiður Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá innihaldinum í nýggju bókini.


- Lestrarnir í hesi bók eru sendingar í Útvarpinum høgtíðsdagar í kirkjuárinum.


- Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og skapa tær stóru løturnar í lívinum, skrivar biskupur.


Tað var útvarpsmaðurin Janus Mohr, ið heitti á Jógvan Fríðriksson og fekk hesar útvarpssendingar í lag.


- Takki Janusi Mohr fyri ta tíð, ið hann starvaðist í Útvarpi Føroya / Kringvarpinum. Eitt ríkt tíðarskeið við atliti at føroyskari mentan, siðsøgu og kirkjusøgu, skrivar biskupur millum annað í formælinum.


Jógvan Fríðriksson skrivar í bókini "Ljós um lond og niðu" um lívið í øllum tess skiftandi vavi í gleði og sorg, lívsfyllu og kreppu. Frásagnirnar ferðast millum fólk á leiðini bæði á landi og sjógvi.


Tey smáu klípini í tilveruni gera heildarmyndina burðardygga.