Bland komið í hugtøk í fakfelagskanningini av arbeiðsmarknaðinum

Í kanningini um útlendsku arbeiðsmegina er bland tíverri komin í fleiri hugtøk og reglur, soleiðis at til ber at rógva framundir at talan er um lønardumping.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag gongur út frá, at hetta ikki er við vilja. Vit halda tó, at neyðugt er at útgreina, hvussu viðurskiftini kring fakfelagslimaskap, løn og arbeiðs- og uppihaldsloyvi hanga saman.
 
Tað er púra rætt, at við søguliga lága arbeiðsloysinum, vit nú hava, er tað ikki ein treyt fyri at kunnu innflyta ES-arbeiðsmegi, at tey hava eina ávísa útbúgving. Tað ber til at innflyta bæði handverkarar og onnur, og hetta er avgjørt í tráð við tørvin á arbeiðsmarknaðinum.
 
Møguliga er tað rætt, at útlendingarnir uttan at vera spurdir, verða limaðir inn í ávís fakfeløg. Her vísir Arbeiðsgevarafelagið tó á, at tað er fakfelagsfrælsi í Føroyum – bæði fyri føroyingar og útlendingar.
 
Tað er tó ikki rætt, at limaskapurin í fakfelag er avgerandi fyri, hvørja løn viðkomandi løntakari fær. Um ein útlendingur t.d. hevur eina handverkaraútbúgving, sum av røttu myndugleikunum kann góðkennast at samsvara føroysku útbúgvingina, skal viðkomandi hava handverkaraløn – væl at merkja um viðkomandi ger handverkaraarbeiði. Og hetta er galdandi uttan mun til, hvørjum fakfelag viðkomandi er í, ella um viðkomandi yvirhøvur er í fakfelag.
 
Tað er ein treyt fyri at kunna innflyta arbeiðsmegi, at sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum verða fylgdir. Væl at merkja røttu føroysku sáttmálarnir. Og at taka sær av, at løntakarar verða rætt løntir, hava vit fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg akkurát á sama hátt, sum tá tryggjast skal, at føroyingar verða rætt løntir. Arbeiðsgevarafelagið fær av og á mál frá fakfeløgunum um, at teirra føroysku limir ikki fáa rætta løn, og hesi mál verða vanliga loyst í góðum samskifti og samstarvi við avvarðandi fakfelag. Fakfeløgini hava tó ikki gjørt Arbeiðsgevarafelagið vart við nakað mál, har teirra útlendsku limir verða skeivt løntir.
 
Tað er tí burturvið at koma við ábendingum um, at krógvað lønardumping fer fram í Føroyum. Um tað veruliga var so, so vænta vit avgjørt, at tey fakfeløg, sum hava dagliga sambandi við limir sínar, og sum nú hava samstarvað um at fáa hesa kanning gjørda, vendu sær til Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri at fáa loyst hesa avbjóðingina.