Blokkurin og Eysturoyggin

Føroyar fáa blokk úr Danmørk. Hann verður mest brúktur
til almenn arbeiðspláss.



Ymist er, hvar hesi eru.



Í Eysturoynni eru næstan eingi almenn arbeiðspláss, og tí
livir oyggin uttan blokk.



Um so var, at blokkurin var av tí góða, hevði tí staðið
illa til í Eystruoynni.



Men hvat hava eystringar gjørt?



Tá teir ikki hava fingið nakran blokk, hava teir brett
upp um armar og sett virki á stovni, sum hava gingið so væl, at oyggin er
lokomotivið í vinnulívi okkara.



Tað løgnasta av øllum er tó, at teir samstundis atkvøða
fyri Sambandsflokkinum fyri at fáa meira blokk og harvið saga ta grein av, sum
heldur teimum uppi!



Zakarias Wang=