Bridge: Á veg til gott úrslit



Føroyska bridgelandsliðið hevur fingið framúr góð úrslit í Norðurlandameistarkappingini, sum er á Hotel Føroyum.

Nú tríggir dystir eru eftir, liggja Føroyar nummar tvey. 

Føroyska landsliðið í opnum raði liggur í løtuni til besta úrslit nakrantíð í NM í bridge.

Ein dystur verður afturat í kvøld og fyrrapartin í morgin eru tveir dystir.

Til ber at fylgja við úrslitunum á heimasíðuni hjá Føroya Bridgesambandi.