Bridgedagur í Havn

Edmund Joensen, fólkatingslimur og Reimund Langgård, løgtingslimur, bjóða av í bridge í SMS mikudagin.


Høvi verður nú mikudagin at royna at spæla bridge. Í SMS verða borð sett upp, har vitjandi kunnu seta seg og royna hetta spennandi spæl. Spælarar sita við borðini frá kl. 13 til kl. 16.


Sama dag verður skeið í Bridgehúsinum fyri teimum, sum hava hug at læra at spæla bridge. Skeiðið er frá kl. 16 til 18. Skeiðshaldari er Torben Kelså, sum hevur undirvísingina í Danmarks Bridgeforbund um hendi.


- Tey, sum tíma at spæla kort, eiga at geva sær sjálvum møguleikan at royna kortspælið yvir øllum kortsølum, sigur Øssur Winthereig, formaður í Føroya Bridgesambandi.


- Bridge er fyrst og fremst eitt spæl, men avbjóðingarnar eru nógvar til strategiska hugsan, skilvísi og minnið.


Í Føroyum eru umleið 250 bridgespælarar. Bridgefeløg eru í Klakvík, Fuglafirði, Havn og í Suðri.