Býarbókasavnið bjóðar nú eisini lesiringar til ungdómin



Býarbókasavnið fer aftur í holt við vælumtóktu lesiringarnar, har fólk hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. Fyrsti fundur verður mánakvøldið 29. september, kl. 19. Á hesum fundi verða lesiringarnir skipaðir, og nýggir luttakarar hava høvi at melda seg til.

Sum nakað nýtt verða eisini lesiringar fyri ungdómin settir á stovn, har tey millum 13 og 16 ár fáa høvi at lesa eina ávísa bók saman og síðani hittast at tosa um hana.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur hølir til og útvegar bøkurnar, ið lisnar verða. Lesiringurin er frá klokkan 19-21 seinasta mánakvøld í hvørjum mánaði og hittist frá september til november og aftur frá januar til apríl, íalt 7 ferðir.

Hesir fýra bólkar eru longu settir á breddan:


Klassikarar


Norðurlendskar bókmentir


Ein "góða" bók


William Heinesen (stuttsøgusøvnini)


Um áhugi er at luttaka, ber til at skriva til Vónbjørt Vang á vonbjortv@bbs.fo. Um áhugi er fyri at luttaka í ungdómslesiringunum, skrivið vinaliga til barnabókavørðirnar Hanne Magnussen hanne@bbs.fo  ella Malan Hilmarsdóttir malan@bbs.fo.


Til ber eisini at ringja á tel 302030.