Býráðsnevndirnar umskipaðar

Samgongan í Tórshavnar býráð heldur fram við átta limum úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, men av tí, at samgongan misti ein býráðssess til andstøðuna, vórðu nevndirnar umskipaðar á býráðsfundi í hóskvøldið.


Í nýggja býtinum fær samgongan tríggjar nevndarlimir og minnilutin tveir í fimm-mannanevndunum.


Tjóðveldi varðveitir tríggjar formanssessir, meðan javnaðarflokkurin nú fær fýra. Javnaðarflokkurin hevur tilsamans 13 nevndaresessir og Tjóðveldi átta. Báðir flokkar eru umboðaðir í øllum teimum føstu nevndunum.


Tjóðveldi varðveitir formannin í mentamálanevndini Jógvan Arge, formannin í teknisku nevnd Marin Katrinu Frýdal og formannin í havnarnevndini Jákup Símun Simonsen.


Javnaðarflokkurin fær formannin í byggi og býarskipanarnevndini. Nýggjur formaður verður Levi Mørk. Hinir formenninir hjá javnaðarflokkinum eru Heðin Mortensen í fíggjarnevndini, Elin Lindenskov í heilsu- og umhvørvisnevndini og Halla Samuelsen í sosialu nevnd.


Í fíggjarnevndini sita nú Heðin Mortensen og Elin Lindenskov úr javnaðarflokkinum, Jógvan Arge úr Tjóðveldi, Sjúrður Olsen og Bogi Andreassen úr fólkaflokkinum.


Nevndirnar verða formliga skipaðar á fyrsta fundi.