Býráðsumboð á vitjan í Risavika




Í dag vóru formaðurin í byggi-og býarskipanarnevndini og nevndarlimur í vinnunevndini, Tróndur Sigurdsson, og Jákup Dam, nevndarlimur í vinnunevndini í Tórshavnar býráð, saman við havnameistaranum Jónsvein Lamhauge og vitjaðu havnalagið í Risavika.




Túrurin var fingin í lag í samráð við fyrrverandi havnameistaran í Stavanger, Finn Olsen, sum er giftur vid føroyskari konu og er ein góður føroyavinur.




Í Risavika tók stjórin Magnus Hodnefjell ímóti. Hann greiddi frá allari útbyggingini, líka frá byrjan til enda. Eisini varð víst runt á havnarlagnum.




Serliga áhugavert var at hoyra, hvussu stóran týdning havnautbyggingin í Risavik hevur havt fyri økið á Stavangerleiðini. Áhugavert var at hoyra, hvussu útbyggingin var skipað, og hvørjar strategiir lógu í ætlanini. Nógv av hesum kann eisini havast í huga í samband við nýggju havnaútbyggingina í Havn.