Danski arbeiðsmarknaðurin hart raktur av Korona

Tali á løntakarum fall við 20.000, vísa tøl í nýggjari uppgerð frá Danmarks Statistik.

Koronakrisan hevur rakt danska arbeiðsmarknaðin sera hart. Ikki síðan fíggjarkreppuna hevur samlaða talið á løntakarum fyri eitt ár falli so nógv sum í 2020. Hetta sigur Niklas Praefke frá Ledernes Hovedorganisation, við Finans.dk. 

Á várið 2020, tá koronakreppan byrjaði, sá tó verri út. Tá fall talið á løntakarum við 80.000, men lukkutíð fingu meginparturin av hesum fólkunum starv aftur tvørtur um summari og heystið. Samlaða fallið á talinum á løntakarum fyri árið 2020 er sostatt enda á 20.000 færri enn í 2019. 

Danske Bank heldur, at tað kann taka rúma tíð áðrenn arbeiðsmarknaðurin kemur seg heilt aftur eftir koronakreppuna, men útlitini eru væl betri nú enn seinasta vár. At alsamt fleiri verða koppsett ger, at til ber at síggja ein enda á pandemiini, og hetta gevur fyritøkunum áhaldni at halda fast í teimum starvsettu.

Royndirnar frá farna árið vísa, at tað gongur skjótari at fáa gongd á aftur samfeløgini, tá man letur upp, enn roknað var við, og fólk fáa starv aftur rímuliga skjótt. 

Roknað verður ikki við, at støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur javnað seg fyrr enn vit koma inn í 2022 (Kelda: finans.dk). Arbeiðsloysið í Danmark er áleið 4,4% í løtuni.