Dátuverndarlógin

1. januar 2021 kemur nýggj Dátuverndarlóg í gildi og er tað umráðandi, at feløg og sambond seta seg inn í nýggju reglurnar.

Vegleiðingin og fylgiskjølini hava verið til hoyringar hjá sambondunum, og eru nú rættaði til.

Tilfarið:

Kunning og vegleiðing til ítróttarfeløgini viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum

Fylgiskjal 1: Privatlívspolitikkur  (sum feløgini skulu fylla út og almannakunngera fyri sínum limum o.ø)

Fylgiskjal 2: Yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum (her skulu feløgini skjalprógva, hvussu persónsupplýsingarnar verða viðgjørdir)

Fylgiskjal 3: Dátuviðgeraravtala (flestu dátuviðgerar hava standardavtalur, og er hetta ein alternativ, um dátuviðgerin ikki hevur eina)

GG: at sambond í ávísan mun viðgera persónupplýsingar, og eiga tí eisini at seta seg inn í og brúka tilfarið.

Feløg og sambond eru meira enn vælkomin at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF við ivamálum og spurningum.

Vegleiðingar til reglurnar í Dátuverndarlógini finna tit  her