DISKRIMINERING: Er fólkaskúlin fyri øll?

Nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, meðan hini feløgini í sáttmálasamráðingunum hava undirskrivað nýggjan sáttmála við almennu arbeiðsgevararnar, gerast nøkur diskriminerandi viðurskifti í hesum samfelagnum sera eyðsýnd. Í gjár blivu foreldur at næmingum, sum tørva stuðul í fólkaskúlanum, kunnaði um, at teirra barn ikki skuldi møta í skúla, tí stuðulin hjá barninum fór í verkfall. Hini børnini fara í skúla sum vanligt.


Verkfall er altíð keðiligt. Uppaftur keðiligari gerst tað, tá ið verkfallið rakar ein flokk av børnum ymiskt, sum í hesum førinum. Tá fara kenslur upp at garta. Hví kann EG ikki sleppa í skúla? Hví skal MÍTT BARN ikki sleppa í skúla, tá ið hini børnini í flokkinum sleppa? OK, onkur er kanska glaður at sleppa undan, men, men....


Væl vitandi, at verkfall er at rokna sum undantaksstøða, so kunna vit í Javna ikki lata vera við at hugsa diskriminatión, tá tað rakar sum omanfyri nevnt.


Spurningurin er, um ikki avvarðandi skúlamyndugleikar áttu at brúkt hetta høvi at geva námsfrøðingum somu setanartreytir, sum teirra samstarvspartar í skúlanum. Hetta hevði verið eitt stig á vegnum at náa ásetingunum í gr. 24 um útbúgving í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Tí Javni hevur fingið ábendingar um, at ójøvn setanarviðurskifti eru ein atvold til tvídrátt millum starvsbólkar innan skúlagátt.


Javni hevur fingið soljóðandi harmaljóð frá eini mammu:


Fekk eitt ordiligt slag í mína rættvísis- og inklusiónskenslu í dag! Skúlastjórin á skúlanum, har barn okkara gongur, ringdi til mín við teimum boðum, at barnið ikki kundi koma í skúla meðan verkfall er, tí lærarar ikki kunnu taka upp verkfallsrakt arbeiði! Eg spurdi, um tað ikki vóru lærararnir, ið høvdu ábyrgdina og undirvísingarábyrgdina av næmingunum í skúlatíðini, og um ikki hesir næmingar koma undir undirvísingarskylduna ið ALLIR næmingar í fólkaskúlanum eru fevndir av. Tað hevur verið mín fatan at stuðulin var ein forlongdur armur hjá lærarunum, men at mítt barn annars var har eftir somu reglum og lógum, sum allir aðrir næmingar.


Tað var tó sum at sletta vatn á gás, tí skúlastjórin hevði longu gjørt av, at soleiðis skuldi tað verða. Stuðlar (hóast fáir teirra eru pedagogar) eru settir eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum. Havi tosað við annað foreldur við barni í somu støðu. Har var sama skilið! SO – mín konklusión er, at okkara børn als ikki verða undirvíst av lærarunum, hóast tey ganga í fólkaskúlanum, og skúlin tekur onga ábyrgd av teimum.


Eg eri so fúkandi ill! Hvat signal gevur tað ikki hinum næmingunum í flokkinum, at okkara barn ikki kann verða har uttan stuðul, og ikki minst, hvat hundan sigur tað barninum sjálvum?


Tað er ikki verkfallinum sum so, ið eg havi nakað ímóti, men skúlaskipanini – ið hevur barst við klónum úti fyri at pedagogar ikki skulu koma inn í fólkaskúlan, fyri síðani at seta stuðlarnar eftir sáttmálanum hjá pedagogfelagnum (veit at pedagogar eru bíligari, ja)! Haldi, at tað skuldi verið sjálvsagt, at stuðlar í skúlanum vórðu settir eftir sama sáttmála, sum lærararnir.


Eg hugsaði faktiskt um, um hetta ikki kann átalast sambært ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.


Ein mamma,


sum er fús at traðka fram, um fjølmiðlar hava áhuga í hesum viðurskiftum, skrivar Javni á heimasíðuni.