Dómararnir til Sement

Ein vælskikkað dómsnevnd er aftur í ár vald at døma í Sement, ið verður í Reinsarínum leygarkvøldið 20. mai. Kristian Blak, Guðrið Hansdóttir og Theodor Kapnas umboða hvør sína heilt ymisku grein innan tónleikin, men tey eru øll samstundis tónlistarfólk við einum breiðum sjónarringi og góðum innliti í tónleik sum heild.

Kristian Blak:
Kristian er tónaskald, pianistur og stovnari av plátufelagnum Tutl. Krisitan hevur givið eitt ótal av útgávum út og er m.a. kendur frá bólkum sum Yggdrasil, Spælimenninir og eisini í øðrum samanhangum, Kristian hevur eisini verið oddamaður fyri útgávur við nýggjum føroyskum bólkum, so sum Rock í Føroyum og Grótføroyskt.

Guðrið Hansdóttir:
Guðrið er sangskrivari og songkvinna og hevur givið út fýra plátur og eina EP í egnum navnið. Guðrið er eisini kend frá elektro/pop duo’ini Byrta. Guðrið telist millum mest virdu og royndu songkvinnur á føroyska popp/rokkpallinum. 

Theodor Kapn
as:Theodor er útbúgvin Bachelor in Music and Sound Engineering í Svøríki.
Hann arbeiðir til dagligt í Studio Bloch og er ein av oddamonnunum og gittarleikari í bólkinum Hamferð, sum vann Sement í 2010. Theodor hevur framleitt nógvar føroyskar fløgur, og hevur gott innlit í tónleik.