Dømdur

fyri at hjálpa menningartarnaða, Jørgen av Vollanum, sum kom at sita sum samvitskufangi í útvið 20 ár. Nú vaknar Einglapressan. Perla í Oyggjatíðindum 6. november 2009.


Mánadagin hevði Kringvarpið sending um Jørgen av Vollanum, við heitinum, Goymdur og gloymdur. Hetta var ein sending, sum hevði til endamáls, at rættvísgera hetta grova brot á mannarættindini hjá hesum menningartarnaða.


Men ikki øll minnast 20 ár aftur í tíðina, so vit taka aftur í aftur tað, sum hendi.


Oyggjatíðindi gjørdi nógv burturúr hesum justitsmorði, sum framt var í móti Jørgen av Vollanum. Blaðið førdi fram, at sosialu myndugleikarnir í Føroyum sviku, og lótu tann menningartarnaða upp í hendurnar á fólki, sum píndu drongin at viðurkenna seg sekan.


Oyggjatíðindi hevði tætt samband við mammuna, Nikolina Debes, sum stuðlaði blaðnum væl við at lýsa støðuna hjá soninum. Aftaná sløk 20 ár, sum samvitskufangi, slapp menningartarnaði, Jørgen av Vollanum, leysur.


Bara Oyggjatíðindi rætti eina hond at hjálpa, men sum ikki einaferð fekk blaðstjórin aftur ein lemjandi dóm. Ákærurnar í móti Jørgen av Vollanum, vóru ógvusligar, m.a. fyri at hava sett eld á Timburhandilin í Havn, og møguliga eisini timburhandilin í Klaksvík, og kanska eisini kirkjuna á Sandi.


Maðurin verður píndur at viðurkenna seg sekan á danska stovninum, Egehuset.


Píningin verður tikin uppá video, sum verður víst á nevningatingi.


Eitt av vitnunum, Jens Bikum, kriminalpolitistur, segði í rættinum, at hetta slagi av píning var bara kent frá týningarlegunum hjá nazistunum undir øðrum veraldarbardaga.


Tá avtornaði, var tann menningartarnaði dømdur fyri at hava sett eld á onkrar ruskspannir í Danmark, men prógv vóru eingi.


Dómin fekk tann menningartarnaði, tí løgreglan kundi ikki liva við, at hava tikið feil.


Jørgen av Vollanum fekk ein viðgerðardóm, sum hann fyri stuttum slapp leysur av, sløk 20 ár aftaná dómin fyri at hava sett eld á eina lítla ruskspann ella tvær.


Oyggjatíðindi skrivaði eina sera kritiska grein um sosiala netverkið, sum hevði svikið tann menningartarnaða, sum var latin upp til úlvarnar at pínast, og síðani tveittur í fongsul, uttan at vera egnaður til annað enn stongda deild undir læknaeftirliti.


Hetta tók táverandi stjórin á Almannastovuni sær so nær, at hann valdi at stevna blaðstjóranum, Dan Klein, fyri ærumeiðing.


Og giti hvør skuldi døma blaðstjóran fyri ærumeiðing í sakarmálinum, sum almannastjórin, Tommy Petersen, hevði kravt?


Ongin annar enn Joen H. Andreassen, sorinskrivari. Hann hevði kki bara dømt Jørgen av vollanum. - Undir sakarmálin-um klagaði Dan Klein, at júst hesin dómarin skuldi døma í málinum, tí Joen H. Andreassen, hevði stutt frammanundan, meldað blaðstjóran fyri løgregluni, og tí mátti hann vera inhabilur. Men Joen Henry Andreassen, vísti aftur, at hann var inhabilur. Hann var egnaður at døma.


Sjálvandi fekk blaðstjórin ein lemjandi dóm, sum Landsrætturin rættaði uppá, men tryggjaði starvsfelagnum sama dómin. Sendingin í Kringvarpinum mánadagin hevði eittans endamál. At leggja pútu undir ákæru- og dómsvaldið.


Tann partin tryggjaði Hans Trygvi Teirin, advokatur, og avtalan millum advokatar um loyalitet.


Sannleikin er tann, at tey viðurskiftir, sum Jørgen av Vollanum varð dømdur fyri, vóru øll framleidd meðan tann menningartarnaði var undir varðveitslu hjá løgregluni, og tí átti verjan - m.a. Hans Trygvi Teirin, at kravt hesar ákærur vístar frá rættinum.


Tað gjørdi hann ikki, og tí var tað eisini ein spurningur um sjálvverju, men tann, sum betalti prísin var Jørgen av Vollanum.


Umboðsmaðurin fór ikki inn á skuldarspurningin, prógv og annað, men bara eftir manglandi viðgerð, tó uttan at fortelja hvør hevði svikið.


Var kravið um uppafturtøku, koyrt eftir bókini, so stóð ein heilt stórt endurgjaldskrav í kortunum.


Jørgen av Vollanum, kann fáa eitt endurgjald, men tað verður ikki stórt. Endurgjaldið kann tá bara fáast fyri longu viðgerðartíðina.


Restin var grivið niður við uppafturtøkuni, sum í veruleikanum bara var ein sjónleikur fyri gallerínum. Øll sviku Jørgen av Vollanum:


Ákæruvaldið, dómsvaldið, advokatar, almanna-, og ikki minst Nærverkið. Hetta mál vísir eisini, at Amnesty International, Føroya Deild, ikki hevur nakað endamál í Føroyum.


Jørgen av Vollanum er bara eitt av nógvum dømum um grovt brot á mannarætindini.


Jørgen hevur hesi næstan 20 árini verið undir ólógligari umsiting hjá danska statinum, tó at tað er so púrasta greitt, at sakarmálið í móti honum, ikki lúkaði treytirnar fyri nevningatingi.


Tey avvarandi kunnu bara kanna hvørjar treytir eru til eitt nevningating, og tey vita hvar tey standa. Tær treytirnar fuku, tá ákæruritið ikki bar teimum stóru ákærunum uppi. Tá misti løggan alt á gólvið. Kringvarpið hjálpti tí bara ákæruvaldinum at rudda upp eftir hesi gigantisku gølu.


Bara blaðstjórin á Oyggjatíðindum, royndi at hjálpa familjuni.


Úrslitið var ein lemjandi dómur - enntá av sama manni, sum dømdi Jørgen av Vollanum.


-------------