Edmund J. og forsætisráðharrin um bankaeftirlit og innskjótaratrygd

Komandi vikurnar og mánaðirnar verða ætlanirnar um eitt felags europeiskt fíggjareftirlit og innskjótaratrygd lagdar í eina fasta legu í ES.


Tí hevur tað skund at fáa greiði á, hvussu skipanirnar við fíggjareftirliti og innskjótaratrygd fara at virka í Føroyum og Grønlandi frameftir.


Hesir spurningar verða viðgjørdir á fundi í Europanevnd Fólkatingsins á fundi í dag kl. 13.30, føroyska tíð.


Á hesum fundi fer Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, at seta Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, spurningar um, hvørjar ætlanir stjórnin hevur fyri eftirliti og innskjótaratrygd í Føroyum og Grønlandi.


Fundurin í Europanevndini verður vístur beinleiðis á heimasíðu Fólkatingsins.


Slóðin er her:


http://www.ft.dk/webTV.aspx