Eingin semja um makrelin fyri 2012

Tað eydnaðist ikki at fáa eina semju um makrelin í samráðingunum, sum hesa vikuna hava verið í Reykjavík millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg.


Samráðingarnar vístu, at enn er ov langt millum partarnar til at finna eina loysn. Tað, ið skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini.


Hetta var seinasta roynd at fáa eina semju fyri 2012.


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann nú fer at umhugsa støðuna, og hvørji stig Føroyar skulu taka í sambandi við skipanina av fiskiskapin eftir makreli í 2012.