Eitt petti av sólskini í munnin - Grannakaffi

Vitjan hjá Oddvør Skarðhamar, sum hevur havt matveiting til bæði høg og lág, almenn og privat, lítlar og stórar samkomur í nærum ein hálvan mansaldur. Eg havi sett Oddvør stevnu, tí hon hevur játtað at geva sítt uppskot um eina køku, sum vertirnir kunnu baka til gestirnar á Grannakaffi tiltakinum, sum verður vikuskiftið 2.-4. mars.
 
Urd Johannesen
 
Oddvør stákast í stóra køkinum í kjallaranum saman við dóttrini, Duritu, og hjálparanum, Martini, tá ið eg banki á dyrnar heima hjá henni á Velbastaðvegnum. Talan er sjálvandi um Oddvør Skarðhamar, sum hevur havt matveiting til bæði høg og lág, almenn og privat, lítlar og stórar samkomur í nærum ein hálvan mansaldur. Eg havi sett Oddvør stevnu, tí hon hevur játtað at geva sítt uppskot um eina køku, sum vertirnir kunnu baka til gestirnar á Grannakaffi tiltakinum, sum verður vikuskiftið 2.-4. mars.
 
Køkan er longu bakað, tá ið eg komi, tí her er eingin tíð at spilla hjá einari, sum dag og dagliga skal metta svong fólk og gleða tey. Køkan stendur á borðinum, vøkur og lokkandi við myrkari sukurlátaglaring. Eg havi ilt við at fáa eyguni av henni.
 
"Henda køkan er bæði nemm og góð haldi eg, og so er hon eitt vet heilsubetri enn nógvar aðrar, tí einki gluten er í" sigur Oddvør. Vit báðar hugleiða eitt sindur um vaksandi viðkvæmi millum fólk, og Oddvør fortelur mær, at tá ið hon skuldi gera mat til tíggju sviar herfyri, vóru tað seks teirra viðkvamir fyri øllum frá gluten og nøtum til súrepli. At nøkur ikki eta hvítt sukur ella hveiti snýr seg ikki bara um viðkvæmi, men er eisini ein tilvitað avgerð hjá teimum, ið raðfesta heilsugóðan mat.
 
Oddvør dámar væl hugskotið handan Grannakaffi tiltakið, tó at hon sjálv ikki hevur verið vertur ella gestur. "Tað er altíð leygardag, og tá havi eg úr at gera við matveitingini, men eg havi bakað køkur til eitt húski her í grannalagnum, sum hevur verið vertur til Grannakaffi," leggur Oddvør afturat, og tá ið hon greiðir frá, at tey fyri viku síðani gjørdu 1000 kransakøkur til eitt tiltak, fati eg, at aftan fyri litríku og vøkru myndirnar av lekkrum mati í "Oddvørsa", er stórt og tíðarkrevjandi arbeiði, sum vit ikki geva okkum far um.
 
Álvarsemi gerst eisini partur av samrøðuni, tá ið Oddvør greiðir frá, at beiggi hennara fekk krabbamein og doyði fyri 20 árum síðani bara 40 ára gamal. Eftir sótu 3 børn. Talan var um eitt slag av krabbameini, sum betri útlit eru fyri nú enn tá. Harumframt hevur Oddvør mist eina svigarinnu, sum eisini átti 3 børn, og fyri nøkrum árum síðani fingu tveir ungir menn í familjuni staðfest blóðkrabba sama ár. 

"Báðir hesir ungu menninir gjørdust frískir aftur. Annar teirra hevði fingið at vita frá læknunum, at um hann vildi gerast pápi, mátti hann taka sáð í varðveitslu, áðrenn hann fór í viðgerð. Men hann gjørdist pápi uttan trupulleikar," sigur Oddvør og er fegin um, at slíkar sólskinsøgur eisini eru. Durita leggur afturat, hvussu týdningarmikið hon heldur stuðulin frá Krabbameinsfelagnum verða til teirra, ið knappliga standa í einari kaotiskari og møtimiklari støðu, tá ið krabbamein bankar á dyrnar. 

"Tað ber ikki til at vita, hvussu ein skal takla slíka ókenda støðu, og tað er torført at fáa skil á, hvussu ein skal bera seg at, og tí er tað ómetaliga gott, at ein kann ringja til Krabbameinsfelagið og fáa góð ráð frá teimum," sigur Durita.
 
Júst ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi er eitt av høvuðsendamálunum við Grannakaffi tiltakinum, tí stuðulin, sum kemur inn, fer m.a. til dagliga arbeiðið, til dømis ráðgevingina, sum Krabbameinsfelagið veitir teimum, ið hava tørv á hjálp.  
 
"Vilt tú hava kaffi og eitt køkustykki?" spyr Oddvør. Hon hevur nokk varnast, at eg valla havi fingið eyguni av køkuni. Eg játti sjálvandi, gevi mær stundir at njóta løtuna og góðu køkuna, meðan eg eygleiði, hvussu tey rokast og arbeiða í køkinum hjá Oddvør, fyri at onnur kunnu njóta. Eg takki fyri prátið, og meðan eg gangi heim, kenni eg tað sum um eg júst havi fingið eitt petti av sólskini í munnin. Og eg ásanni, at hjálp eisini kann vera ein løta, ið gjørdist rík, og ein køka, ið smakkaði av sól. 

Uppskrift: http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=157&PID=785&NewsID=1073&Action=1