Eldramálið almennan fund í Løkshøll

Mánakvøldið, 24. juni kl. 19.30, skipar Eldramálið fyri almennum fundi í kantinuni í Løkshøll. Á skránni verða framløgur og orðaskifti um støðuna í eldrarøktini


Tíðindaskriv


Í løtuni valdar ótryggleiki í eldrarøktini. Tey eldru hava tað ikki gott, tey avvarðandi eru hjálparleys og starvssáttmálar verða brotnir Á fleiri røktarheimum eru ov fá fólk til arbeiðis, og tað gongur bæði út yvir røktina av teimum eldru og heilsuna hjá starvsfólkunum.


Í heimarøktini er heldur ikki gott. Fólk fáa ikki ta hjálp, tey hava fyri neyðini og hjálpin verður ikki lagað til tørvin hjá tí einstaka.


Á fundinum verða stuttar framløgur um støðuna í eldrarøktini og síðani verður orðaskifti. ** Eldramálið heitir á øll, sum hava hjarta fyri eldramálum, um at møta á fundinum at vísa sín stuðul og siga sína hugsan.


Á fundinum verður eisini møguleiki at tekna seg sum lim í felagnum. Fólk kunnu eisini skriva til eldramal@gmail.com