Endurvenjingin - broyting krevst

Øll kunnu vit verða rakt av sjúku ella
vanlukku, sum ger, at vit fáa brúk fyri endurvenjing.



 



Í grannalondunum er henda
endurvenjingin væl skipað, meðan í Føroyum eru støðan alt annað enn góð. Vit
frætta av og á í fjølmiðlunum um familjur, sum eru í svárari neyð, tí tann
sjúkuraktið fær ikki neyðugu viðgerðina og hjálpina.



 



Í Føroyum er støðan tann, at fyri 2015
varð øll endurvenjing skipað av landinum, men eftir 2015, gjørdist økið
tvíbýtt, tá  eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita. Also, eru tað
bæði kommunur og land, sum hava ábyrgdina og umsita endurvenjingina. Eg veit
ikki heilt, hvussu  kommunurnar røkja uppgávuna hjá borgarunum yvir 67 ár,
men hjá landinum haltar alvorliga.



 



Spurningurin kann tí setast, hví
endurvenjingin hjá landinum ikki virkar væl. Her er vert at leggja merki til,
at í kunngerð nr. 20 frá 21. mars 2017 um endurvenjing innan Almannaverkið,
stendur í grein1, stk. 4: Endurvenjing sbrt. hesari kunngerð fevnir
ikki
um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing



 



At endurvenjingin hjá landinum ikki
fevnir um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing er snøgt sagt ikki í
lagi. Hetta má vera eitt mistak.



 



Fyribyrgjandi venjing og
viðlíkahaldsvenjing - sjálvsagt saman við endurvenjing - eru alneyðugir tættir
í samlaðu viðgerðini. Hetta má síggjast sum ein heild, og tí má avvarandi
landsstýriskvinnan koma á banan og beinanvegin fáa broytt forsorgarlógina,
soleiðis at hon eisini tekur fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing við.



 



Landsstýriskvinnan í almannamálum má
tí beinanvegin fáa rættað hetta mistak.



 



Sambandsflokkurin ætlar, ið hvussu so
er at virka fyri at menna og styrkja endurvenjingarøkið, alt sum tað er.



 



Magnus Rasmusssen



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin