Í 2016 skal hallið verða burtur. Politiski málsetningurin um hallið, sum skal burtur, stendur framvegis ovast á skrá. Løgtingið viðgerð beint nú fíggjarkarmarnar fyri árini 2014 til 2018 undir heitinum "Á rættari kós".
Kringvarpið skipar tí fyri einum politiskum kjaki í Kringvarpshøllini, sum verður sent í bæði sjónvarpi og útvarpi.
Endamálið er at kanna kósina og taka nakrar av høvuðstættunum í samfelag okkara fram í almenna ljósið.
Vertir eru Liljan Weihe og Høgni í Jákupsstovu.
Politikararnir standa til svars fyri áskoðarum, sum sita allan vegin rundan um kjakpallin.
Áskoðararnir hava høvi at seta politikarunum spurningar. Millum áskoðararnar er Sigrún Brend og stjórnar spurningunum.
Tey, sum vilja vera áskoðarar, eru vælkomin í Kringvarpshúsið í Sortudíki frá klokkan 18.30 Kjakið verður skipað í trimum umførum um serlig politisk evni, áðrenn endað verður við einari formansrundu.
1. Vælferðarsamfelagið
Ein tann mest umrøddi og átrokandi spurningurin í okkara vælferðarsamfelag er eldrabyrðan.
Vit gerast eldri og eldri alsamt sum tey í framtíðini verða færri og færri ung at bera byrðuna.
Hvussu framtíðartryggja vit føroyska vælferðarsamfelagið?
Luttakarar:
Fólkaflokkurin:
Annika Olsen
Miðflokkurin:
Bill Justinussen
Javnaðarflokkurin:
Rigmor Dam
Tjóðveldi:
Sirið Stenberg
2. Framtíðin
Tey ungu eiga framtíðina -‐ eisini í Føroyum.
Men í Føroyum flyta umleið 800 ungfólk í aldrinum 20-‐29 ár til onnur lond at búgva -‐ og minni enn helvtin av teimum sum fara undir lesnað koma aftur til Føroya.
Hvussu lokka vit okkara unga fólk at vera verandi?
Luttakarar:
Sjálvstýrisflokkurin:
Kristianna Winther Poulsen
Sambandsflokkurin:
Bárður Nielsen
Framsókn:
Sámal Petur í Grund
Tjóðveldi:
Bjørt Samuelsen
3. Samferðsla
Politikkur í Føroyum snýr seg um stál og betong verður oftani sagt.
Bardagin millum økini er harður, tá ið snýr seg um nýggjar ferjur og nýggjar tunlar.
Øll vilja vit ferðast so ómakaleyst og so bíligt sum gjørligt.
Hvussu brúka vit íløgurnar í stál, betong og asfalt frægast?
Luttakarar:
Fólkaflokkurin:
Jákup Mikkelsen
Sambandsflokkurin:
Johan Dahl
Javnaðarflokkurin:
Eyðgunn Samuelsen
Uttanflokka:
Janus Rein
4. Formansumfar
Bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini má og skal fáast burtur, sigur landsstýrið í fíggjarkørmunum -‐ ella sagt populistiskt, so brúka vit meira enn vit fáa inn.
Spart hevur verið og frameftir skal eisini sparast.
Meðan vit venda hvørjari krónu, hvat kunnu vit so gera fyri at fáa fleiri krónur í kassan?
Luttakarar:
Fólkaflokkurin:
Jørgen Niclasen
Sambandsflokkurin:
Kaj Leo Johannesen
Javnaðarflokkurin:
Aksel Johannesen
Sjálvstýrisflokkurin:
Kári P. Højgaard
Tjóðveldi:
Høgni Hoydal
Miðflokkurin:
Jenis av Rana
Framsókn:
Hanna Jensen
Uttanflokka:
Janus Rein