EXIT

Perla: Eg eri ørkimlaður, vóru orðini hjá yvirlæknanum og leiðara á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Tórmóði Stórá, tá hann varnaðist, at tað ikki var nøkur sjálvfylgja, at hann helt fram í áramálssetta starvinum, sum hann annars hevur sitið í síðani 2006.


Grein í Oyggjatíðindum 11. juli 2014.


So ørkimlaður var maðurin, at hann tók umsókn sína aftur, og sambært Einglunum, ivast hann í um hann skal søkja leiðarastarvið.


Leiðslan hevur hinvegin ta prinsipiellu støðuna, at er bara ein umsøkjari, so skal lýsast av nýggjum, ella freistin at søkja skal longjast.


Oyggjatíðindi hevur fylt arbeiðinum hjá leiðandi yvirlæknanum á Psykiatriska Deplinum, og tað er eitt nokkso stórt klútateppi av ivasomum starvsroyndum í leiðslu. Eisini sera álvarsamar støður og gølur hava verið tengdar at Deplinum. Í fleiri ár hava vit fylgt Ann Mari Berg,sum við hjálp frá sálarlæknum var bundin niður av heilivági, lygnum og følskum diagnosum og hennara bardaga, at lýsa sína egnu støðu aftaná, at tað eydnaðist henni at avrúsa seg sjálva.


Tað, sum kann undra er, at leiðandi yvirlæknin, í fleiri ár hevur noktað at latið kvinnuni fult almenn innlit í sína egnu læknajournal, sjálvt um hægri myndugleiki hevur álagt honum at lata innlit. Ger hann eftir boðum ella virkar hann sjálvstøðugt? Vit kunnu eisini nevna Svínoyingin í Lopra, Páll Suna Joensen, sum sambært honum sjálvum, hevur fingið eina ringa viðferð av hesum sama leiðandi yvirlæknanum, bara tí hann vildi hava at vita hví hann var innlagdur uppá reyð pappírir, lagdur í spennitroyggju, og tvangsdoyvdur, bara tí hann vildi hava nakrar spurningar svaraðar frá tíðini, hann ikki visti til sín av heilivági.


Tá Páll Suni ikki fekk svar, bleiv hann bara við at spyrja. Hetta førdi til, at Psykiatriski Depilin, meldaði hann fyri hóttanir, sum eingin annars kennir til. Páll Suni Joensen, hevur alment sagt, at hann eisini hevur klagað sína neyð fyri Kriminalforsorgini, sum hevur álagt honum, at gera sum yvirlæknin, Stóra, áleggur honum:


Tórmóður Stóra, hevur biðið meg tikið lívi av mær, sigur Páll Suni Joensen við Kriminalforsorgina.


Hann hevur eisini upplýst hetta fyri heilsumálaráðnum, umboðsmanninum og einum advokati.


Fremmandafólk hava eisini følt á sínum kroppi, hvat tey eru før fyri at gera á Psykiatriska Deplinum.


Í 2010 og 2011, skrivaðu vit fleiri greinar um ein russara, sum var KT serfrøðingur, og skuldi arbeiða á Fróðskaparsetrinum, sum ikki livdi upp til grundleggjandi viðurskiftir, ið annars høvdu eitt lógargrundarlag at byggja á, og so fekk hann trupulleikar við løgregluna, og endaði á Psykiatriska Deplinum.

Oyggjatíðindi skrivaði m.a. 3. Desember 2010:


Við hjálp frá kommunulækna, hevur løgreglan tvangsinnlagt, Sergei Vorobyov, ið hevur arbeitt á Setrinum, sum telduserfrøðingur. Hann er ættaður úr Russlandi, men er svenskur ríkisborgari.


Hósdagin í seinastu viku varð hann tikin av løgregluni, og læstur inni á psykiatrisku deild.


Sergei noktar at eta, og sigur seg vera spentan fastan í songina, og hvussu hann roynir, sleppur hann ikki útaftur.


Hann sigur seg hava merkir á kroppinum av politiharðskapi, og at hann bara er innistongdur fyri at fjala hendan veruleikan.


Seinasta hóskvøld var løgreglan boðsend at koma eftir Sergei Vorobyov. Hann skuldi sambært politinum, hava framt harðskap í móti politisti í sevil. Brúkt varð piparsprey, og tað gekk hart fyri seg.


Russarin sigur í dag, at hann slapp leysur aftur sama kvøld, og fór heim, at vaska sær eyguni, men hetta gjørdi alt tað sama. Sergei Vorobyov, avgjørdi tí, at ringja sær eftir einum hýruvogni, at koyra seg hann út á skaðastovuna.


Meðan hýruvognurin koyrir, verða teir steðgaðir av politinum, og Sergei skræddur út, og burturfluttur í politibilinum.


Nú varð hann handtikin aftur, førdur á politistøðina. Har bleiv hann kannaður av lækna, og síðani koyrdur á landssjúkrahúsið, men ikki á skaðastovuna. Hann kom beint á stongda deild.


Sergei varð sostatt við tvingsli innlagdur uppá sokallaði reyð pappírir.


Eftir nýggju psykiatri-lógin, ið kom í gildi í 2009, er tað í dag líka lætt at nýta tvingsil í móti føroyingum/útlendingum, sum tað var hjá Stalin, at búra fólk inni, honum ikki dámdi.


Hetta mál varð klagað til Umboðsmannin, sum valdi at kanna umstøðurnar, sum vit mugu ganga út frá var ein orsøk fyri, at russarin varð leyslatin:


Vit hava aftur hesaferð valt at gera eitt temablað burtur úr støðuni, og hava í hesum sambandi tikið fleiri greinar fram, har blaðið gjøgnum tíðina hevur avdúkað vánaliga standin á Psykiatriska Deplinum undir hesi somu leiðsluni, sum í dag sýnist at vilja vera hangandi.


Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, fekk at vita, at umsókn hansara kundi standa við, men hann avgjørdi at taka hana aftur.


Nú skal hann hugsa um støðuna, áðrenn hann avger, um hann skal søkja aftur ella ikki. Tórmóður Stórá hevur verið leiðari á Psykiatriska deplinum síðani 1.februar í 2006.


Hann var áramálssettur til 1.juni í ár, men játtaði at vera til 1.september.


Freistin at søkja leiðarastarvið á Psykiatriska deplinum er nú til 1.september.


Tann, sum fær starvið, skal taka við 16.september, og hevur starvið sum leiðari hjá teimum 120 starvsfólkunum á Psykiatriska deplinum í seks ár.


Vit hava savnað fleiri greinar, har blaðið gjøgnum tíðina hevur avdúkað vánaliga standin á Psykiatriska Deplinum, har noktað verður innlit, sjúklingur verða meldaður, og ikki minst, tá russari verður tvangsinnlagdur uppá reyð pappírir, sum setir Føroyar á heimskortið.


Hesar greinar kunnu lesast aðrastaðir í blaðnum í dag. EXIT.


Meira í morgin.