Eydna Joan Danielsen skúlastjóri í Hvalbiar skúla


Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Eydnu Joan Danielsen í starvið sum skúlastjóri í Hvalbiar skúla. 

Eydna Joan Danielsen er 54 ára gomul, tók læraraprógv í 1987 og hevur harumframt tikið ymisk viðkomandi skeið. Síðan november í fjør hevur hon verið virkandi skúlastjóri í Hvalbiar skúla og áðrenn tað var hon varaskúlastjóri í sjey ár. 

Eydna Joan Danielsen tekur við stjórastarvinum tann 1. august 2015.