Faldarin til ferðandi dagførdur

Leygardagin 27. juni, vórðu leiðreglurnar fyri øll ferðandi, sum koma til landið, broyttar, og nú skulu øll ferðandi lata seg kanna. Hetta er galdandi fyri øll ferðafólk, tó ikki børn yngri enn 12 ár. Í hesum sambandi er faldarin til ferðafólk eisini dagførdur við nýggju leiðreglunum og fyrivarnisreglum, sum øll ferðandi eiga at fylgja.

Ferðandi sum koma til Føroya úr ES-londum, londum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi, eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi dagin eftir á middegi. Ferðandi eiga at vísa serliga varsemi á ferðini til ætlaða uppihaldsstaðið. Eisini er tað sera týdningarmikið, at øll ferðandi halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu, tá hesi verða loyst úr heimauppihaldinum og halda seg burtur frá støðum, har tað er torført at halda neyðugu frástøðuna.

Ferðandi úr øðrum londum eiga framhaldandi at fara beinleiðis í heimauppihald í 14 dagar.

Tú finnur dagførda faldaran her.

Mugu minnast til almennu tilmælini

At tað nú verður latið upp fyri enn meira ferðing, merkir bæði, at føroyingar kunnu ferðast í enn fleiri lond, men tað merkir eisini, at útlendingar úr fleiri londum kunnu ferðast til Føroya. Við at lata upp fyri ferðing til og úr Føroyum økist tá eisini smittuvandin í føroyska samfelagnum aftur.

Fylgja vit almennu tilmælunum eru bæði onnur, men eisini vit sjálvi betri vard móti nýggjari coronusmittu. Samstundis eru vit viðvirkandi til at forða fyri, at smittan tekur dik á seg og breiðir seg í samfelagnum. Tí er tað sera umráðandi, at øll framhaldandi halda almennu tilmælini.

Vit mugu framvegis minnast til at halda frástøðuna. Frástøðan er eitt tað besta amboðið móti smittu. Tí er tað umráðandi, at vit minnast til frástøðuna, millum annað tá vit eru støð, har nógv fólk er savnað.
Vit minnast til at hosta og njósa í ermuna, tí coronasmittan er ein dropasmitta, sum smittar skjótt og lætt.

Vit minnast til at hava gott reinføri og vaska okkum ofta og væl um hendurnar, tí vanlig sápa brýtur feitthindina hjá virus og er tí besta evnið at sóttreinsa við. Um tú ikki hevur atgongd til sápu og vatn, kanst tú brúka hondspritt.

Vit mugu framvegis minnast til at avmarka kropsligt samband, tí vit kunnu øll vera smittuberar uttan at hava sjúkueyðkenni.

Vit eru serliga varug við sjúkueyðkenni sum t.d. hosta og fepur. Ver heima, um tú merkir tær okkurt, og ring skjótast gjørligt til læknan ella til læknavaktina, um tað er uttanfyri vanligar upplatingartíðir, soleiðis at tú kanst kannast fyri COVID-19.

Vit brúka vit og skil, tí soleiðis ansa vit best eftir hvørjum øðrum.

Les meira um nýggju leiðreglurnar, heimauppihald og finn almennu tilmælini á www.corona.fo.