Familjudagur 2014

Leygardagin 17. mai verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.


Ætlanin við familjudegnum er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur kunnu koma saman til hugna, spæl og prát.


Skráin fyri dagin verður uml. hendan:


• kl. 1000 - Morgunmatur


• kl. 1100 - Fríløta – hugni og spæl fyri børn og vaksin


• kl. 1145 – Døgverði


• kl. 1230 - Aðalfundur - Jens Marni undirheldur børnini við sangi meðan tey vaksnu fundast


• kl. 1330 – Bólk fyri ættleidd við Mariu C. Nielsdóttir - Maria greiður frá síni ætlan um at stovna ein bólk hvar ættleidd børn kunnu seta seg í samband við ættleidd vaksin


• kl .1345 - Fyrilestur við Guðrun Guðjónsson, ergoterapeutur - upplegg um rørslu- og sansaskipan + evt. praktisk hugskot til venjingar


• kl. 1445 - Fyrilestur við Ásu Dánjalsdóttir - Ása fortelur um sína ættleiðing


• kl. 1545 – Kaffi og køkur


Felagið vónar at síggja nógv fólk til dagin.


Tilmelding


Luttøkugjald er 200 kr fyri vaksin, ið eru limur í Ættleiðingarfelagnum. Luttøkugjald er 250 kr fyri vaksin, ið ikki er limur í Ættleiðingarfelagnum. Ókeypis fyri børn undir 15 ár.


Tilmelding til familjudagin fer fram við at gjalda á konto 9181-141.299.1. Vinarliga send ein teldupost til post@aettleiding.fo ella við ring á 220610 og viðmerkið í teldupostinum nøvnini á teimum sum luttaka.


Seinasta freist at melda til er á middegi 10. mai 2014