Fastognarlógin samtykt

Við løgtingslógini um keyp og sølu av fastogn, sum varð samtykt á løgtingi í gjár, hava bæði brúkarar og vinna fingið munandi betri treytir at virka undir.


Lógin hevur til endamáls at tryggja brúkarunum gjøgnuskygni, valfrælsi, trygd og effektivitet í sambandi við keyp og sølu av fastogn.


Hóast avtalulógin í ávísan mun skipar økið m.a. við at tryggja, at til ber at seta til viks órímiligar avtalutreytir, hevur verið mett, at tørvur er á at veita serliga brúkaranum, men eisini teimum, sum vinnuliga arbeiða við keypi og sølu av fastogn, greiðar reglur og greiðar karmar at arbeiða undir Keyp og søla av fastogn snýr seg um stór virði.


Hetta er ikki bert galdandi fyri partarnar í einstaka handlinum, men eisini fyri samfelagið. Samstundis er keyp og søla av fastogn trupul, bæði fíggjarliga, løgfrøðiliga og tøkniliga. Lógin ásetur tí tær serligu reglur, sum eru neyðugt ískoyti til almennu vinnulóggávuna, og er ætlanin at henda lóg skal virka undir liðini á teimum almennu vinnu- og brúkaraverndarlógunum.


Seinastu árini er vorðið alt meira vanligt, at fólk, heldur enn at byggja sær ein bústað, velja at keypa sær ein bústað. Avgerðin um at seta føtur undir egið borð er ein tann fíggjarliga mest inntrívandi avgerðin, sum yvirhøvur verður tikin, og umráðandi er tí at tryggja, at henda avgerð verður tikin á so góðum og greiðum grundarlagi sum gjørligt.


Tær meklarafyritøkur, sum átaka sær at selja eina fastogn, átaka sær samstundis eina stóra ábyrgd – bæði mótvegis keypara og seljara – og umráðandi er tí, at økið er so væl løgskipað sum til ber. Sostatt verða frameftir sett strong krøv til meklararnar, undir hesum reglur um ráðgevara- og upplýsingarskyldur, reglur um trygd fyri fíggjarligum krøvum og reglur um útbúgving innan fastognarmeklan.


Talan er um eina lóg, sum skipar virksemi meklaranna soleiðis, at brúkarin fær ta neyðugu lógarverjuna í sambandi við keyp og sølu av fastogn. Landsstýrismaðurin staðfestir, at higartil hava tað ikki verið serligar reglur galdandi fyri hetta slagið av virksemi, men við hesi lógini - saman við løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn, sum eisini varð samtykt í gjár - er komið eitt stórt stig fram á leiðini at verja brúkaran, tá ið umræður eina ta størstu íløguna, sum fólk yvirhøvur gera.


Hetta er eisini eitt munandi frambrot fyri vinnuna, sum við hesi lóg hevur fingið greiðar karmar at virka undir.