Felagið Eldramálið stovnað

Á stovnandi aðalfundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið varð felagið Eldramálið stovnað.


Tíðindaskriv


Miðlahúsið var stúgvandi fult í gjárkvøldið, tá felagið Eldramálið varð stovnað. Í nevndina vórðu vald, Rúna Sivertsen, Mary Antonsdóttir, Betzy Ludvig, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð, Anne-Dot Ludvig og Torkil Skála.


Fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at gera viðtøkur, at arbeiða við at ávirka, at normeringar verða ásettar á røktarheimum, og at heimarøktin verður lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka og í samráði við tey avvarðandi.


Orðaskifti var drúgt og vísti, at tørvur er á einum slíkum felag.


Fólk vóru ymisk á máli um navnið hjá felagnum, og nevndin fer í næstum at biðja fólk um uppskot til navn og búmerki.


Nevndin skipar seg á einum seinni fundi.